Undirvísari
-
Lávus Kárason Djurhuus
Eg havi arbeitt innan roknskap og grannskoðan tey seinastu 6 ár, og havi lokið útbúgving innan roknskap á Copenhagen Business School í Keypmannahavn. Eg havi arbeitt sum grannskoðari í Føroyum og í Danmark. Eg havi arbeitt við nøkrum av teimum størstu fyritøkunum í Danmark, eins og eg havi arbeitt við nøkrum av teimum minstu fyritøkunum í Danmark og í Føroyum. Nú livi eg av at ráðgeva, gera bókhald, skatt, roknskap og at effektivisera bókhaldið fyri fyritøkur í Danmark og í Føroyum. Í yrkistíð míni havi eg ofta fingið spurningar frá fólki um eg kundi læra tey bókhald, og tað er av hesi orsøk eg havi valt at gera hetta skeiðið. Ætlanin við skeiðnum er at tað skal vera eitt all-í-einum fyri tey ið ynskja at læra seg bókhald á ein hátt har tey kunna gera sítt egna bókhald. Av tí at allar fyritøkur eru ymiskar, er tað so at siga ómøguligt at gera eitt all-in-one skeið, men hava vit tí valt at hava online fundir, eins og ein facebook bólk har ein altíð kann spyrja inn til sína egnu fyritøku ella støðu - soleiðis tryggja vit okkum at tey sum taka skeiðið læra bókhald, og læra tað ordiligt. "Skeiðið hevur inntil víðari verið sera væl móttikið og tað eri eg glaður fyri, og gleðist um at fleiri av teimum sum taka skeiðið longu hava spart nógvar pengar við at gera bókhaldið sjálvi".
Skeiðið í høvuðsheitum (kann trýstast á)
Trýst á niðanfyri fyri at síggja hvørji evni vit fara ígjøgnum í skeiðnum Lær teg bókhald. Skeiðið er uppbygdt í 6 partar: Vælkomin, Teori, bókhald, spurnarkapping, bókhaldsskipanir og bókhald í praksis. Niðanfyri sæst hvussu skeiðið er uppdeilt, og tað ber til at síggja í høvuðsheitum hvørji evni vit gjøgnumganga.
-
1
Vælkomin
-
2
Teori
-
3
At bóka (í skrift)
-
4
Spurningar
-
5
Bókhaldsskipanir
-
6
Bókhald í praksis
-
7
Lógir - uppslagsverk
-
Vælkomin Klárt at byrja! Vælkomin. -
Bókhaldsteori Debit og Kredit Debit og kredit (dømi) Debit og kredit í roknskaparhøpi Aktiv, passiv og eginpeningur Bókhaldslíkningin Rájavni og kontoplan Debitorar og kreditorar Avskrivingar Tíðaravmarkingar Intro til MVG Íløgu MVG Bókhald við MVG Keyp uttan MVG Samandráttur (teori) -
At bóka bankan At bóka kreditorar At bóka debitorar At bóka kontanta sølu At bóka við MVG At bóka materilla støðisogn -
Teori - spurnarkapping -
Bókhaldsskipanir Uppsetan av kontoplan og E-conomic Kontoplanur, at taka niður -
Bókhald í Excel Bókhald í praksis MVG Avstemman -
Vinnufelagslógin Bókhaldslógin MVG lógin
Gjald
Er tørvur á at gjalda yvir eitt longri tíðarskeið, er tað eisini ein møguleiki. Set teg í samband við okkum fyri at fáa hetta í lag.
-
3.995,00 kr.
Vanligur prísur